2019-05-04 09:14
Tað hevur verið lítið at gjørt hjá løgregluni í nátt. Umframt at koyrt nøkur full fólk heim, hevur løgreglan verið á vitjan hjá teimum, sum hava skeinkiloyvi. Tað sigur vatkhavandi á løgreglustøðini.
Vakthavandi greiðir frá, at løgreglan hvørt vikuskifti kannar skeinkiloyvini, og at tey vanliga náa at kanna øll skeinkiloyvini. Men ongin trupulleiki var við tí í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald