Innanlands

Kanning: Føroyski ungdómurin ynskir ósjálvsøkin og sosial arbeiðspláss

Yvir 1100 ung millum 15 og 27 ár luttóku í spurnakanningini #VitVænta, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-02-27 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska ættarliðið Z leggur stóran dent á at gera munagott arbeiði, sum hevur eina jaliga ávirkan á alt samfelagið. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum frá stóru spurnakanningini #VitVænta, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað.

Yvir 1100 ung kring alt landið luttóku í talgildu spurnakanningini, og er hon sostatt millum størstu spurnakanningarnar av hesum slag, sum er gjørd í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Sambært altjóða skilmarking, fevnir ættarlið Z um ung millum 12 og 27 ár, men av tí at ung í Føroyum ikki kunnu fáa fast starv fyrr enn tey eru 15 ár, var spurnakanningin stíla til ung millum 15 og 27 ár.

74 prosent av teimum ungum, sum luttóku í kanningini, vísa á, at eitt tað mest umráðandi fyri tey er at hava ávirkan og gera mun, við tí arbeiðinum tey gjørdu, og 65 prosent av teimum ynsktu at sleppa til orðanna á arbeiðsplássinum. Tey ynskja sostatt at vera ein virkin viðspælari á starvsplássinum og vera tikin við, tá avgerðir verða tiknar.

Heili 79 prosent meta tað vera sera umráðandi at hava góðar starvsfelagar, og 72 prosent mettu tað vera umráðandi, at hava eitt stuðlandi arbeiðsumhvørvi, skrivar Vinnuhúsið.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder