Uttanlands

Kanning: Korona er meira vanligt og minni deyðiligt enn áður hildið

– Veruligi deyðstíttleikin byggir ikki bert á, hvussu nógv doyggja av teimum, sum eru skrásett smittað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-20 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskarar á Stanford University í USA, sum hava kannað andevni hjá fólki, eru komnir fram til, at koronavirusið er meira vanligt og ikki eins drepandi, og mann áður hevur hildið.

– Okkara sannroyndir benda á, at millum 48.000 og 81.000 fólk vórðu smittað í Santa Clara í Kalifornia 1. apríl. Sambært almennu tølunum, vóru tó bert 956 staðfestir tilburðir í økinum tá – eitt tal, sum er millum 50-85 ferðir lægri enn kanningin hjá okkum vísir, stendur m.a. í frágreiðingini, sambært miðlinum Washingtonexaminer.com.

Sambært kanningini, har 3.330 fólk luttóku, var talið á teimum, sum høvdu andevni móti korona, nógv hægri enn talið á teimum, sum vórðu staðfest smittað.

Hetta merkir, at talið á tilburðum er munandi hægri enn tað talið, sum verður skrásett, og merkir tað sostatt eisini, at deyðstíttleikin millum koronasjúklingar er lægri enn áður hildið.

Jay Bhattacharrya, granskari, sum hevur veirð við til at gera kanningina, hevur m.a. sagt, at neyðugt er at kanna fleiri, um veruligi deyðstíttleikin skal finnast.

– Fólk óttast COVID-19, tí deyðstíttleikin verður sagdur at vera millum 2 til 4 prosent. So um 100 mió. amerikanarar fáa sjúkuna, fara millum tvær og fýra mió. av teimum at doyggja. Hetta meta vit ikki vera rætt. Veruligi deyðstíttleikin byggir ikki bert á, hvussu nógv doyggja av teimum, sum eru skrásett smittað.

– Høvuðsboðskapurin hjá mær og mínum starvsfeløgum er, at har er so nógv óvissa viðvíkjandi ta vitanina, vit hava um deyðstíttleikan millum COVID-19 sjúklingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder