Um tú ert ein teirra, ið etur nógv reytt kjøt, átti tú kanska at broytt kostin hjá tær eitt sindur.
Ein kanning frá Harvard University vísir nevniliga, at samband er millum stóra inntøku av kjøti og livialdur.
Sambært kanningini, doyggja tey fyrr, sum eta oksakjøt, kálvakjøt, svínakjøt og lambskjøt - tvs. reytt kjøt - tríggjar ella fleiri ferðir um vikuna.
Í hesari kanningini luttóku 53.553 frískar kvinnur millum 30 og 55 ár og 27.916 frískir menn millum 40 og 75 ár.
Gjøgnum átta ár vórðu hesi fólkini spurd, hvat slag av mati tey ótu, og hvussu ofta tey ótu ávís sløg av mati.
Í 2010, tá granskarar gjørdu eina uppfylging aftaná 20 ár, vóru 14.019 teirra deyð av ellu ella sjúku. Og tað er soleiðis, at granskarar eru komnir til sína niðurstøðu.
Millum tey, ið søgdu seg eta nógv kjøt, var deyðatalið tíggju prosent hægri enn hjá teimum, sum ótu kjøt minni enn tríggjar ferðir um vikuna. Og tað var uppaftur verri hjá teimum, ið ótu nógv bacon, pylsur ella annað viðgjørt kjøt.
Hóast úrslitið av kanningini er greitt, vita granskarar enn ikki rættiliga, hvat tað er við kjøtinum, sum ger, at tað hevur so stóra ávirkan á livialdurin hjá fólki.
Sambært frágreiðing frá WHO, eru ábendingar um, at ein stór inntøka av kjøti kann elva til fleiri sløg av krabbamein, diabetes 2 og hjartasjúkur.
Ráðgevi hjá danska Fødevarestyrelsen sigur við TV2, at tað ikki bert snýr seg um kjøt, tá tað kemur til heilsuna hjá fólki. Tað er eisini umráðandi at eta fjølbroytt, so kjøtið ikki fyllir alt ov nógv á tallerkinum.
- Ofta er samband millum at eta nógv kjøt og aðrar minni góðar lívstílsavgerðir, sum t.d. ov nógv feitt, ov lítið av trevjum og ov lítið av grønmeti.
Og tað ber væl til at bøta um støðuna við at gera lítlar broytingar, sum t.d. at skifta eitt kjøtmáltíð um vikuna út við fiski.
Fødevarestyrelsen mælir eisini til, at fólk eta meira fullkorn, frukt, grønmeti, nøtir og fisk, og at tey minka um inntøkuna av salti, tí at hetta skal hava størri ávirkan á heilsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald