Innanlands

Kanning: Tær flestu pensjónirnar eru ikki í íløgum

43% av teimum, sum luttóku í kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Banka siga, at teirra pensjón ikki er sett í íløgur, 23% siga, at pensjónin lutvíst stendur í íløgum, meðan 14 prosent ikki vita

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-24 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Banka, siga 43% av teimum spurdu, at teirra pensjón ikki er sett í íløgur. Hjá bert 20% er pensjónin sett í íløgur, meðan 23% siga, at pensjónin lutvíst stendur í íløgum. 14% siga seg ikki vita.

– Søguliga sæð hevur tað loyst seg at seta pensjónina í íløgur, tí at tíðarkarmurin ofta er langur, og at avkastið hevur verið munandi betri enn at hava pengarnar standandi á vanligari kontu. Tó so er tað altíð ein váði knýttur at íløgum, og søgulig úrslit eru ikki ein trygd fyri gongdina í framtíðini. Vit mæla altíð øllum okkara kundum til at fyrihalda seg til íløgur og pensjón og velja eina loysn, sum hóskar til tann einstaka. Úrslitini av kanningini kundu givið okkum eina ábending um, at tað helst eru nógv, sum ikki hava fyrihildið seg til pensjón og íløgur. Og tað er spell, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari í tíðindaskrivi frá Føroya Banka.

Í kanningini varð eisini spurt um áhugan fyri og vitanina um íløgur, sum er lutfalsliga lítil. Sambært kanningini er bæði áhugin og vitanin serliga lítil millum spurdu kvinnurnar samanborið við menninar.

Tveir triðingar av teimum spurdu siga seg sjáldan ella ongantíð fylgja við gongdini á íløgumarknaðinum. 80% av spurdu kvinnunum siga seg sjáldan ella ongantíð fylgja við gongdini á marknaðinum, meðan 56% av spurdu monnunum siga tað sama.

Av teimum spurdu, sum hava børn undir 18 ár, svara bert sløk 9%, at barnasamansparingin er sett í íløgur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder