Innanlands

Kanningin um Jacob Vestergaard løgd fram seinnapartin

Frágreiðingin hjá Ken Nónklett, kanningarstjóra verður almannakunngjørd á tíðindafundi í Løgtinginum kl. 13

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-12 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer Ken Nónklett, kanningarstjóri at handa Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu frágreiðing sína um umsitingina hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, í sambandi við útlutan av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Frágreiðingin verður almannakunngjørd á tíðindafundi í Løgtinginum klokkan 13, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.

Tað var 3. mars í fjør, at táverandi løgtingsformaður, Jógvan á Lakjuni, tilnevndi Ken Nónklett, advokat til kanningarstjóra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder