Mentan

Kanska Koks er við kortini

Listin yvir heimsins 50 bestu matstovur verður kunngjørdur í dag – vónirnar eru altíð ljósagrønar

Koks kokkar til arbeiðis í góðveðrinum í gjár (Mynd av Instagram)

Koks kokkar til arbeiðis í góðveðrinum í gjár (Mynd av Instagram)

2019-06-25 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Innan matstovuvinnuna verður hevur verið sæð fram móti degnum í dag við stórum spenningi, tí tað er í dag at topp 50 listin yvir heimsins bestu matstovur verður kunngjørdur. Hetta hendir í Singapore.

Nógvir listar eru yvir bestu matstovurnar í heiminum. Michelin hevur sína skipan við stjørnum, og so er tað hesin listin, ið kallast The World’s 50 best.

Fyri viku síðani var listin yvir matstovurnar, sum lógu nummar 51 til 120 avdúkaður.

Les: Svarið kemur týsdagin 

Fleiri høvdu vónað at síggja føroysku matstovuna Koks her, men hon var ikki at síggja.

Heldur ikki endurupplatna danska matstovan, Noma, sum fleiri ferðir hevur ligið ovast á hesum lista, var at síggja. Tað verður tó roknað sum givið, at Noma er við á Topp 50, og helst á einum av ovastu plássunum, um ikki ovast.

Og so er tað spurningurin um Koks.

Tá vit spurdu Johannes Jensen, stjóra á Gist og Vist, fyri viku síðani avvísti hann møguleikanum fyri at Koks kann liggja á Topp 50, men segði, at dreymurin altíð er til staðar.

Vit hava tosað við Johannes Jensen í morgun. Hann er uttanlands ”í privatum ørindum”, men hann er ikki í Singapore, sigur hann.

- Nei ongin okkara er farin til Singapore. Tað er stuttligt, at tað nú verður spekulerað í, um vit munnu vera við, men vit vita onki – líka so lítið, sum vit vistu, tá vit fingu Michelinstjørnu nummar tvey, sigur Johannes Jensen.

Portalurin hevur verið í samband við fólk, sum hava skil fyri slíkum, og sum fylgja við. Eitt nú danan Bent Christensen, sum stendur fyri Den danske Spiseguide. Flestu vísa aftur møguleikanum fyri, at Koks er millum tær 50 bestu. ”Nej, det tror jeg desværre ikke, men håbet er jo lysegrønt, som Færøerne”, skrivaði Bent Christensen til okkum seinnapartin í gjár. Men nakrar tímar seinni ljóðaðu boðini ”Jeg er nu kommet på andre tanker, Koks er i front”.

Bent Christensen hevur eisini alment boðað frá, at hann sigur seg vita, at Noma, endar á fyrsta plássi.

Hví hann heldur, at ”Koks er i front”, vita vit ikki.

[object Object]

Men vit kunnu staðfesta, at í summarkáta hitanum í gjár, løgdu starvsfólkini á Koks summarmyndir út á Instagram-vangan hjá matstovuni, og millum hópin av øðrum hashtags, ið vórðu løgd aftur at myndini var eisini #50bestrestaurants og #theworld50best. Kanska er tað eitt tekin.

The World’s 50 best Restaurants-listin verður avdúkaður á einum tiltaki á hugtakandi Marina Bay Sands í Singapore klokkan 20.45 lokala tíð í dag – tað er klokkan 14.30 heima hjá okkum. (Klokkan broytt í mun til upprunaligu greinina, red.)

 
 
 
 
 
Vis dette opslag på Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Girl power on the floor tonight - we are looking forward welcoming you @koks_restaurant

Et opslag delt af KOKS Restaurant ** (@koks_restaurant) den

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder