Innanlands

Kanska Vestergaard fær eina átalu

(Myndir) Ken Nónklett, advokatur, legði í dag fram sína kanningarstjórafrágreiðing um handfaringina hjá Jacob Vestergaard og Fiskimálaráðnum av útlutan av fiskirættindum til vinnuligar royndir í 2020 og 2021

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-12 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Onki álvarsligt kom á borðið, tá Ken Nónklett, advokatur, í dag legði fram sína kanningastjórafrágreiðing um handfaringina hjá Jacob Vestergaard av menningarkvotum í 2020 og 2021.

Tað var í mars í fjør, at táverandi løgtingsformaður, Jógvan á Lakjuni, heitti á Ken Nónklett um at gera frágreiðingina í tráð við umbøn frá 15 tingfólkum frá oktober 2021 um at seta kanningastjóra.

Tað krevjast einans 14 tingfólk at krevja, at ein kanningarstjóri verður settur. Henda skipan er ein av sokallaðu minnilutaverjunum.

Í dag kundi frágreiðingin so almannakunngerast, men av tí at tilmælini eru rættiliga veik og niðurstøðurnar ikki eru so tyngjandi, so er enn óvist um henda kanning yvirhøvur fær nakra avleiðing fyri Jacob Vestergaard, ið jú ikki longur er landsstýrismaður. Hann segði landsstýrissessin frá sær og tók við aftur tingsessi sínum í sambandi við nógv umrødda málinið um sammøður fram móti árslok 2021.

Ken Nónklett greiddi á tíðindafundi í dag frá um tær umsóknirnar, sum hann hevur viðgjørt. Talan er mest um viðgerðir, at landsstýrismaðurin hevur vikið burtur frá teimum tilmælum, sum hann hevur fingið frá embætisverki sínum.

Men advokaturin kundi ikki vísa á, at landsstýrismaðurin hevur brotið seg inn á nakra lóg við teimum avgerðum hann hevur tikið, tí hann hevur – í notatum – grundgivið fyri, hví hann hevur valt at geva kvotu til onkran annan umsøkjara, enn hvat umsitingin mælti til.

- Landsstýrismaðurin hevur heimild til at taka politiskar avgerðir í síni umsiting av skipanini, um avgerðirnar eru grundaðar, staðfesti Ken Nónklett á tíðindafundinum.

Mælir til átalu

Og í spurninginum um brot er framt á lógina um ábyrgd landsstýrisins, skrivar kanningarstjórin:

“Út frá omanfyri standandi vil eg mæla til, at Løgtingið endar hetta málið við einum uppskoti til samtyktar at geva fyrrverandi landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, eina átalu fyri brot á grein 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknirnar viðvíkjandi útlutan av kvotu eftir §49, stk 1 í sjófeingislógini í 2020. Her skal serliga vísast á, at lýst varð eftir umsóknum, umsóknir vórðu latnar inn, og umsitingin í Fiskimálaráðnum hevði viðgjørt umsóknirnar umfralt latið Jacob Vestergaard tilmæli til støðutakan. Málið var soleiðis klárt at avgreiða. Landsstýrismaðurin velur tó tilvita at drála og ikki viðgera umsóknirnar, orsaka av politiskum orsøkum, sum ikki kunnu metast vera sakligar”.

Á tíðindafundinum vísti Ken Nónklett á, at tað var týðuligt, at viðgerðin í 2020 varð merkt av, at umsitingin ikki rættiliga visti, hvussu henda skipanin við vinnuligum royndum og verkætlanum í staðin fyri menningakvotum skuldi skipast. Tí varð viðgerðin trilvandi, og førdi millum annað til, at eitt broytingaruppskot varð lagt fyri fram móti ársenda fyri at gera lógina greiðari viðvíkjandi kravinum um at hava skip tøkt. Kvoturnar vórðu tí fluttar til árið eftir.

Til viðgerðar í formansskapinum

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, segði á tíðindafundinum í dag, at tað enn ikki er greitt, hvat víðari fer at henda við hesi frágreiðingini.

- Frágreiðingin er vorðin almenn í dag. Nú fara vit í formansskapinum at brúka nakrar dagar til lesa frágreiðingina, og so fara vit at taka støðu til, hvat vit víðari gera við hetta, segði Bjrt Samuelsen.

Jacob Vestergaard er ein av teimum fáu, sum frammanundan er kunnaður um innihaldið í frágreiðingini og hevur havt møguleika til at gera viðmerkingar. Hann var ikki til staðar, tá kanningarstjórin helt sína framløgu í stóra fundarhølinum hjá Løgtinginum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder