Innanlands

Kapitalkrøvini til føroyskar peningastovnar skulu kannast nærri

Danska váðaráðið settur nú í verk eina greining av kapitalkrøvum í Føroyum í samstarvi við Føroya váðaráð

Mynd: Landsbanki Føroya

Mynd: Landsbanki Føroya

2019-03-26 16:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska váðaráðið hevur fingið tilmæli frá Føroya Váðaráði um markvirði fyri SIFI bankar í Føroyum.

Við støði í hesum setur danska váðaráðið nú í verk eina greining av kapitalkrøvum í Føroyum í samstarvi við Føroya váðaráð, skrivar Landsbanki Føroya. Limir í føroyska váðaráðnum vóru við á fundinum í danska váðaráðnum.

SIFI stendur fyri Systemically Important Financial Institution, og SIFI peningastovnar eru undir strangari eftirliti enn aðrir peningastovnar. Í dag eru SIFI peningastovnarnir í Føroyum Betri Banki, Bank Nordik og Norðoya Sparikassi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder