Innanlands

Karelia næstan komin til Russlands

Teir 21 russisku sjómenninir, sum enn teljast millum tey smittaðu í Føroyum, nærkast Russlandi

Karelia í Ánunum í juli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Karelia í Ánunum í juli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-05 13:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Russiski trolarin Karelia, har 21 av manningini umborð hava fingið staðfest korona, nærkast nú Russlandi.

Tilburðirnir vóru staðfestir í Føroyum, tá skipið lá við bryggju í Ánunum síðst í julimánað, og telja framvegis við í almennu smittutølunum fyri Føroyar.

Karelia skuldi í fyrsta umfari til fiskiskap, men hevur síðani sett kós móti Kaliningrad í Russlandi.

Sambært almennu tølunum í Føroyum hava 49 fólk koronasmittuna í løtuni, men 32 av teimum eru farin av landinum aftur. Sostatt eru 17 í Føroyum við smittuni.

Ein persónur er innlagdur á Landssjúkrahúsinum við smittuni.

Les eisini: Russisku sjómenninir enn skrásettir í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder