Tveir av fýra luttakarum í hálvfinaluni næsta fríggjakvøld eru føroyingar. Tað gjørdist greitt tá avgerðin í X Factor fall fyri løtu síðani.
Sum tann fyrsti at verða róptur upp var Kári Fossdalsá. Frøin var til at fáa eygað á, og í ovfarakæti hálsfevndust hann og mentorurin Martin Jensen. Kári Fossdalsá var av so at siga øllum dømdur úti av kappingini áðrenn sendingina í kvøld, og tað var ímóti øllum oddsum, at toftamaðurin kom víðari.
Men eftir øllum at døma hava hyggjarunum dámt svenska lagið “Svag” og framførsluna hjá Kára, sum nú er klárur til hálvfinalu.
Tina Mellemgaard var av veddingarfyritøkunum eisini mett til at vera í vanda í kvøld. Hon framførdi egið lag við heitinum “Ord”, sum Tina skrivaði tá hann var 16 ára gomul.
Tað gjørdist ein kensluborin løta í upptøkuhølunum eftir sangin, tí hoyvíkingurin setti eisini orð á tær nógvu ljótu viðmerkingarnar, hon hevur fingið hesa seinastu vikuna.
Verturin Sofie Linde gav hyggjarunum ein uppsang, og bað fólk uppføra seg ordiligt.
Men sum nummar trý var Tina Mellemgaard rópt upp. Hon er sostatt eisini í hálvfinaluni næsta fríggjakvøld.
Familjan hjá Tinu (Skíggjamynd)
Mille Bergholtz og Maria Ranum endaðu í vandabólkinum. At enda tók dómarin Kwamie Liv avgerðina um, at tað var Maria sum skuldi sendast heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald