B68-húsið verður í kvøld karmur um X Factor tiltak, har stóra tónleikasendingin, sum hevur tveir føroyskar luttakarar við, verður víst á stórskíggja.
Hetta verður klokkan 19 á X Factor eisini byrjar.
Tað er ikki uttan orsøk at B68 skipar fyri slíkum tiltaki. Kári Fossdalsá er nevniliga av Toftum og stoltur B68’ari.
Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard eru millum fimm tey seinastu, og í kvøld rýkur enn ein út. Í síðstu viku mundu tað vera tey flestu, sum væntaðu at toftamaðurin reyk, eftir at hann í tveimum førum var endaður í vandabólkinum.
Hann tók øll á bóli og kom beinleiðis víðari. Kappingin er hørð, og Tina Mellemgaard, sum áðrenn liveshow fóru í gongd, var spádd at vera ein favorittur at vinna, endaði í vandabólkinum.
Alt kann henda í kvøld, og tí er brúk fyri øllum atkvøðum.
X Factor verður sent klokkan 19 føroyska tíð á danska TV2.
Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234
Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234
Sí eisini: Myndir: Stór smíl av Toftum - X Factor 18. mars
---
Samrøða við Kára Fossdalsá síðsta fríggjakvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald