Innanlands

Kári P hevur konsert í Mentanarhúsinum sunnudagin

Hetta verður við Hinumegin Ringvegin Trio, har Finnur Hansen spælir klaver, og Edvard Nyholm Debess spælir kontrabass. Konsertin byrjar klokkan 16

Hinumegin Ringvegin Trio fer at spæla nógvar slagarar sunnudagin (Mynd: fuglafjordur.fo)

Hinumegin Ringvegin Trio fer at spæla nógvar slagarar sunnudagin (Mynd: fuglafjordur.fo)

2023-02-02 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag sum seta seg fast og blíva við at geva meining.  Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað fyri at kunna presentera Kára P., her sum trio.

Soleiðis skrivar fuglafjordur.fo á heimasíðu sínari í samband við, at Kári Leivsson - betri kendur sum Kári P - kemur til Fuglajarðar sunnudagin at framføra saman við sonevndu Hinumegin Ringvegin Trio.

Kári P fer sum vant at syngja og spæla guitar, Finnur Hansen verður á klaverinum, og Edvard Nyholm Debess spælir kontrabass.

[object Object]Finnur Hansen, Kári Leivsson (Kári P), og Edvard Nyholm Debess (Mynd: fuglafjordur.fo)

Kári P hevur tvær útgávur á baki: Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og eru báðar varðar í føroyskum tónleikahøpi. Hetta eru sangir sum til dømis Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður. Hinumegin Ringvegin Trio fer helst at spæla hesar og nógvir aðrar í Mentanarhúsinum sunnukvøldið - eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.

- Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera.  Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P. í besta innpakningi, skrivar fuglafjordur.fo

Konsertin byrjar klokkan 16 sunnudagin 5. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder