Kári P. Højgaard sum seinastu nógvu árini hevur verið tinglimur og eisini áður formaður í Sjálvstýrisflokkinum gevst í politikki.
Hann hevur á landsfundi hjá Sjálvstýri í dag boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur.
67 ára gamli tingmaðurin varð valdur á ting fyri fyrstu ferð í 2002, og var formaður í Sjálvstýri árini 2003 til 2010 og aftur 2011 til 2015.
Í 2011 gjørdist Kári P. Højgaard landsstýrismaður í innlendismálum, men var tvey ár seinni loystur úr starvi orsaka av Eysturoyartunlinum, og avtaluna við CIP, Copenhagen Infrastructure Partners.
Til seinasta løgtingsval í 2015 fekk Kári P. Højgaard 352 atkvøður, og tryggjaði sær ein av teimum báðum tingsessunum, sum flokkurin hevur á løgtingi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald