Mentan

Kári Svensson sýnir fram í Glyvra kirkju

Á framsýningini, sum letur upp 24. oktober, verða bæði nýggjar og eldri myndir at síggja

2021-10-23 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnukvøldið 24. oktober verður listaframsýning í Glyvra kirkju.

Tað er Kári Svensson, listamaður, sum sýnir fram.

Listaframsýngin letur upp klokkan 20, og í hesum sambandi verður eisini tónlist. Tað er Kári Sverrisson, tónleikari, ið fer at syngja.

Á framsýningini, sum hevur opið til aftaná jól, verða bæði nýggjar og eldri myndir at síggja.

Bárður Jákupsson, listamaður, sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”:

– Kári Svensson ferðast nógv í náttúruni, serliga á sjónum, á útróðri. Ella við laksatráðu. Innliving í landslagið er týdningarmikil fortreyt fyri málningunum. Myndirnar byggja á náttúruupplivingar, linjur og strikur sipa til hús, gøtur og fólk. Flótandi skapleysir formar og rørslur kunnu ímynda sveimandi hamrar ella líðir-

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder