Hugdi tú eftir X Factor í ár, legði tú ivaleyst merki til stóra búkin hjá Áshild Jónsveinsdóttir sum trúliga stuðlaði unnustanum Kára Fossdalsá hvørt fríggjakvøld.
Áshild varð sett at eiga í morgin, 28. apríl, men gjáranáttina tímdi lítla barnið ikki at bíða meira. Áshild og Kári gjørdust týsnáttina kl. 01:40 foreldur til eina gentu. Hon vigaði 3390 gram og var 51 cm lang.
(Mynd: Kári Fossdalsá / Instagram)
Fýra ára gamla Karin Sofía, sum eisini trúføst stuðlaði pápa sínum hvørt fríggjakvøld, hevur sostatt fingið eina systir. Á myndunum, sum Kári hevur lagt á Instagram, sæst ein stolt stórasystir við lítlu didduni í føvninginum.
(Mynd: Kári Fossdalsá / Instagram)
- Mín deiliga dama vísti enn einaferð hvussu sterk hon er, og kláraði tað sera væl. Føðingin gekk skjótt og væl, skrivar føroyska X Factor-stjørnan á Instagram.
- Bæði mamma og dóttir hava tað gott. Karin Sofiía og eg eru so stolt og glað, sigur Kári Fossdalsá.
Kári Fossdalsá gjørdist óvæntað nummar tvey í ársins X Factor-kapping. Í tveimum umførum varð hann í vandabólki, og veddingarfyritøkurnar góvu honum ongan kjans.
Familjan, sum nú telur fýra, býr í Aalborg. Kári Fossdalsá er av Toftum og Áshild Jónsveinsdóttir er úr Klaksvík.
Soleiðis sá út tá vit prátaðu við Karin Sofíu og Áshild undan fyrsta X Factor liveshow:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald