
Eina løtu bleiv tað spennandi, kanska dekan ov spennandi hjá sandavágsmanninum í Paradise Hotel.
Karl Weihe hevur seinastu dagarnar roynt at fingið kappingarneytan Theis Horndrup út, og tað hendi loksins í dagsins parti, tá teir báðir stóðu lið um lið aftanfyri partnaran hjá Karl, Alberte Buhl.
Ársins Paradise Hotel er komið í helvt, og nærum frá byrjan hevur 25 ára gamli Karl Weihe verið ein av luttakarunum. Enn hevur hann ikki verið stórvegis í vanda, men hevur kortini verið ein stórur partur av spælinum.
Ikki fyrr enn í kvøld var veruligur vandi á ferð, tá taktikkarin Theis Horndrup tók ein kjans og læt Alberte Buhl avgerða lagnu hansara.
Alberte og Karl hava verið par frá byrjan, men kortini segði hon seg ivast nógv í hesari avgerðini.
Til alla lukku fyri Karl Weihe, valdi Alberte at vísa honum og viðspælarum álit og blaka Theis Horndrup út.
Theis Horndrup hevur verið ein av teimum týðandi luttakarunum í ársins Paradise Hotel og tí er tað ikki óhugsandi, at tað ganga fáir dagar til hann aftur er at síggja á skíggjanum.
Paradise Hotel sæst á Viaplay. Nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald