Mentan

Karl við í kappingini um Mr. Paradise

Tríggir dreingir og tríggjar gentur verða valdar at vera við í kappingini, sum aftur er á skránni í Paradise Hotel

Tey halda seg ikki aftur, ungu luttakarnir í Paradise Hotel. Tað ger Karl Weihe heldur ikki (Mynd: Viaplay)

Tey halda seg ikki aftur, ungu luttakarnir í Paradise Hotel. Tað ger Karl Weihe heldur ikki (Mynd: Viaplay)

2025-02-11 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sandavágsmaðurin Karl Weihe er við í ársins Paradise Hotel, sum fer aftur til røturnar og er at kalla líka frítt og vilt, sum tað var fyri nøkrum árum síðan.

Eitt, sum er vent aftur eftir nøkur ár við mildari útgávum, er Mister og Miss Paradise.

Hesaferð sleppa bara trý av hvørjum kyni at luttaka, og tá avgerðin verður tikin millum luttakararnar, er Karl Weihe millum tey, sum sleppa við í kappingina um stóra heiðurin.

Og hetta er eftir øllum at døma nakað, fólk hava droymt um.

- Eg kenni meg so hepnan at eg sleppi at vera við í Mr. Paradise. Hetta er sum ein dreymur fyri meg so eg skuldi vera við, sigur Karl Weihe.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Og sum vanligt feilar sjálvsálitinum einki. Tá luttakararnir til Mr. Paradise eru til myndatøku í sambandi við kappingina, greiðir Karl Weihe frá hvørjum vinkli hann riggar best frá og leggur afturat:

- Tann sum er lekkrast í dag er nokk... eg.

Mister og Miss Paradise verður ofta kosið eftir fleiri viðurskiftum. Tað kann vera alt frá myndatøku, catwalk ella almenn vitan. Tað fer at vísa seg hesar næstu dagarnar um sandavágsmaðurin fær fatur á nógv eftirspurda heiðrinum.

Paradise Hotel sæst á Viaplay. Nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder