
Upptøkurnar til Paradise Hotel umfar 22 eru byrjaðar í Mexico, og sambært fleiri keldum hjá Se og Hør, er Karl Weihe úr Sandavági eina av luttakarunum.
Finalan í ársins Paradise Hotel varð ikki víst, tá sjarmørurin setti seg í flogfari við kós móti Mexico, sigur miðilin.
Miðilin skrivar, at Karl í fleiri dagar ikki hevur verið virkin á sosialum miðlum og hann hevur heldur ikki verið tøkur á telefonini.
Tá Paradise Hotel verður framleitt verður telefon og aðrir persónligir lutir tiknir frá einum og verður ikki latið aftur fyrr enn man er tveittur út.
(Mynd: Viaplay)
Hetta er triðju ferð, at Karl Weihe er í Mexico til upptøkur av Paradise Hotel. Fyrstu ferð var í norsku útgávuni, har hann kom inn rættiliga seint. Í røðini sum júst er liðug, gjørdi hann nógv um seg, og var ikki langt frá, at koma í finaluna.
(Mynd: Viaplay)
Paradise Hotel verður eins og í fjør upptikið um hesa tíðina, og so sent eftir ársskiftið.
Les eisini: Vrakaður á málstrikuni
Les eisini: - Dreymurin tikin frá mær í síðstu løtu
Les eisini: Fær deyðshóttanir fyri at veita Karl út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald