
Fyrr í vikuni yvirlivdi hann eitt álop frá sínum størsta kappingarneyta og nú endaði hann so í einum stríði, sum hann ikki hevði ávirkan á.
Soleiðis er at vera Karl Weihe í Paradise Hotel í hesum døgum.
Taktiska spælið harðnar og seinastu vikuna hevur sandavágsmaðurin verið í vandastøðu tveimum førum. Hann hevur klárað seg ígjøgnum báðar støðurnar og stendur nú rættiliga sterkur.
Fyrr í vikuni var tað takkað verið hansara partnara, Alberte Buhl, at Karl Weihe slapp at halda fram í Paradise Hotel. Hon tveitti taktikkaran Theis Horndrup út til fyrimun fyri Karl Weihe.
Í partinum í gjár var hann so aftur í vanda. Zenia Lund, sum júst er komin inn aftur, og Regitze Bach skuldu velja tann persónin, sum tær mettu fekk flest atkvøður um at halda fram.
Valið fall á ávikavist Karl Weihe og vinmannin og viðspælaran Lucas Bucardi, sum báðir tveir eru best umtóktu harrarnir á hotellinum. So tað kundi satt at siga ikki verið verri fyri sandavágsmannin.
Tá avtornaði fingu Karl Weihe og Zenia Lund flestar atkvøður og tískil ruku Lukas Bucardi og Regitze Bach út.
Ársins Paradise Hotel er komið í helvt ella væl tað og nýggir partar síggjas týsdagar, mikudagar og hósdagar á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald