Uttanlands

Karol Nawrocki verður nýggjur forseti í Póllandi

Nawrocki væntast at føra sama politikk sum fráfarandi forsetin, Andrzej Duda

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-06-02 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gjørdist tjóðskaparliga andstøðuvalevnið Karol Nawrocki, sum vann forsetavalið í Póllandi í gjár.

Talan var um eitt øgiliga tætt val, har 42 ára gamli Nawrocki fekk 50,89 prosent av atkvøðunum. Restina fekk mótstøðumaður hansara, 53 ára gamli Rafal Trzaskowski, sum er borgarstjóri í Varsjava, fekk restina av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Nawrocki væntast at føra sama politikk sum fráfarandi forsetin, Andrzej Duda, sum hevur forðað fyri fleiri ætlanum hjá forsætisráðharranum, Donald Tusk, m.a. nýskipan av rættarskipanini og at loyva fosturtøku.

Nawrocki og Trzaskowski vóru m.a. ósamdir um uttanríkispolitikkin. Trzaskowski, sum er meira miðsøkjandi, hevur m.a. sagt, at Ukraina eigur at gerast limur í verjusamgonguni Nato, meðan Nawrocki er ósamdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder