Mentan

Kata í Hátúni

2. oktober fara tær fimm songkvinnurnar úr KATA í Hátúni saman við trimum tónleikarum tulka gomul føroysk kvæði, skjaldur og barnarím

2021-09-27 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

2.oktober kl. 20 verður forkunnug konsertuppliving við KATA í Hátúni, tá tær fimm songkvinnurnar saman við trimum tónleikarum tulka gomul føroysk kvæði, skjaldur og barnarím um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur.

Tað er Unn Paturson, sum eisini sjálv syngur við, sum hevur lagt løgini til rættis fyri røddir. Laglinjurnar, sum hon hevur brúkt sum útgangsstøði, hevur hon fyrst og fremst funnið í bókunum hjá Marionnu Clausen. Men tað serliga við hesum løgunum er, at flestu sangirnir eru lagdir til rættis eftir laglinjum ella frábrigdum, ið vórðu sungin inn á band í 1902.

Elstu upptøkurnar av føroyskum sangi eru nevniliga frá 1902. Tá ferðaðist danski tónleikasøgufrøðingurin Hjalmar Thuren runt í Føroyum við fonografvalsum, og fekk sangarar kring alt landið at syngja inn skjaldur, tættir, barnarím og kvæði.

Summar av hesum upptøkunum verða eisini at hoyra hetta kvøldið.

KATA: Arnfríð Lützen, Birita Adela Davidsen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Unn Paturson.

Tónleikarar: Jan Rúni Poulsen (slagverk) Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Lasse Thorning Jæger (electronics)

Pallseting: Katya R. D. Nielsen
Ljós: Súni Joensen
Ljóð: Alexander Gaard

Atgongumerki fáast til keyps á www.atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder