Innanlands

Katalanski ráðharrin kunnaði seg um talgildu loysnirnar í Tórshavnar kommunu

Vitjað varð í Sjóvinnuhúsinum, har KT-Felagið, Vinnuhúsið og Hugskotið løgdu fram.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-04 19:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jordi Puigneró, katalanskur ráðharri fyri talgilding, er í Føroyum í løtuni at kunna seg um talgildar loysnir. Í morgun vitjaði Jordi Puigneró við embætisfólkum sínum Tórshavnar kommunu. Endamálið var at síggja, hvørjar talgildar loysnir Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Vitjað varð í Sjóvinnuhúsinum, har KT-Felagið, Vinnuhúsið og Hugskotið løgdu fram.

Annika Olsen, borgarstjóri, metir, at fleiri møguleikar eru innan samstarv við Katalonia um talgildar loysnir. Eitt dømi er talgilda loysnin viðvíkjandi nýggjari parkeringsskipan í Havnini, har royndarskipanin byggir á eina katalanska loysn, skrivar Tórshavnar kommuna. 

- Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað avtalu við Talgildu Føroyar, og visjónin er, at býurin skal gerast ein sokallaður "Smart City", har so nógvar uppgávur sum gjørligt skulu loysast talgilt.

- Hugskotið er ein ótrúliga góður plattformur hjá ungum spírum bæði at menna og selja nýggjar talgildar loysnir, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder