Uttanlands

Kátir springarar tóku ímóti rúmdarfólkunum

Eftir níggju mánaðir í rúmdini lendu skipbrotnu astronautarnir, Suni Williams og Butch Witmore, trygt í Meksikoflógvanum í gjárkvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-03-19 15:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikansku rúmdarfólkini Sunita "Suni" Williams og Barry "Butch" Wilmore eru nú lend trygt aftur á jørðini.

Tey fóru út á altjóða ISS rúmdarstøðina í juni í fjør, og ætlanin var, at tey skuldu vera har í átta dagar. Í staðin gjørdist støðgurin hjá teimum úti í vektloysinum níggju mánaðir.

Boeing Starliner rúmdarfarið hjá teimum fekk so álvarsligar tekniskar trupulleikar, at tað mátti venda aftur til jørðina ómannað. Eftir hetta var heimferðin hjá skipbrotnu astronautunum útsett fleiri ferðir.

Sunnudagin kom eitt SpaceX Crew Dragon-rúmdarhylkið út til ISS. Umborð vóru fýra rúmdarfólk, sum nú loysa Williams og Witmore av, umframt tveir aðrar rúmdarmenn, sum hava verið úti á ISS síðan september.

Nasa-astronauturin Nick Hague og russiski kosmonauturin Alexander Gorbunov fylgdust við Wilmore og Williams heim aftur til jørðina í gjár.

Rúmdarhylkið lendi í Meksikoflógvanum út fyri Tallahassee í Florida beint fyri midnátt í gjárkvøldið, okkara tíð, júst sum ætlað.

Forvitnar springarar – delfinir – vóru tey fyrstu at heilsa rúmdarfólkunum vælkomin aftur til jarðar. Rúmdarhylkið varð tikið umborð á eitt bjargingarskip, og fólkini umborð hjálpt út.

So long tíð í vektloysi í rúmdini ávirkar kroppin. Vantandi tyngdarmegin ger, at beinagrindin viknar og tað gera vøddarnir eisini. Rúmdarfólkini skulu tí til endurvenjingar í fleiri vikur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder