Uttanlands

Katolikkar biðja fyri pávanum

88 ára gamli Frans pávi er innlagdur við bronkitisk. Heilsustøðan verður sagt at vera "kliniskt fløkt"

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-02-17 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Katolikkar leggja í dag blómur og tendra ljós framman fyri Agostino Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har Frans pávi liggur innlagdur við bronkitis. 88 ára gamli pávin hevur verið innlagdur síðan fríggjadagin, skrivar dr.dk.

Vatikanið hevur í dag boðað frá, at ovasti leiðarin í katólsku kirkjuni er í eini “fløktari kliniskari støðu”. Í gjár varð annars boðað frá, at støðan hjá pávanum var “stabil”.

Hetta hevur økt um ørkymlanina um heilsuna hjá pávanum, serliga millum pílagrímar, sum eru komnir til Rom í sambandi við sokallaða fagnaðarárið – ein serlig tíð, har katolikkar stremba eftir fyrigeving og semju.

Frans pávi hevur kunngjørt, at árið 2025 skal vera fagnaðarár undir evninum “Vónarinnar pílagrímar”.

Men nú er tað pávanum sjálvum, sum pílagrímarnir við sjúkrahúsið biðja fyri.

[object Object]
Standmyndin uttan fyri Agostino Gemelli-sjúkrahúsið í Rom er av Johannes Páll II páva (Mynd: EPA)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder