Uttanlands

Katólsk kirkja í Gaza álopin

Sambært læknum á sjúkrahúsinum í Gaza býi hava tvær kvinnur latið lív, men umboð fyri katólsku kirkjuna í Ísrael og palestinskum økjum sigur, at hóast fleiri eru særd, eru eingi andlát váttað

Boðað verður frá, at fleiri fólk vórðu særd í álopinum á katólsku kirkjuna í Gaza. Her sæst ein kvinna, sum verður flutt á sjúkrahús eftir álopið (Mynd: Reuters)

Boðað verður frá, at fleiri fólk vórðu særd í álopinum á katólsku kirkjuna í Gaza. Her sæst ein kvinna, sum verður flutt á sjúkrahús eftir álopið (Mynd: Reuters)

2025-07-17 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær kvinnur hava latið lív í einum álopi á eina katólska kirkju í Gaza býi.

Umframt at tvey hava latið lív, vórðu eisini fleiri onnur særd, upplýsa læknar á Al-Ahli sjúkrahúsinum í býnum sambært Reuters.

Kirkjan, sum varð rakt er einast akatólska kirkja í Gazageiranum.

Italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, skrivar á X, at Ísrael stendur aftanfyri álopið, og at tað kann ikki góðtakast at Ísrael heldur á at leypa á sivil mál.

Ísrael hevur ikki váttað hetta, men ísraelski herurin sigur, at málið verður kannað.

Patriarkurin í Jerusalem, sum stendur á odda fyri katólsku kirkjurnar í bæði Ísrael og í palestinskum økjum, sigur, sambært Ritzau, at eingi andlát eru váttað í sambandi við álopið, hóast fleiri eru særd.

Dagførd kl. 13.51


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder