Eitt sindur av kava er komin niður í nátt og skal man trúgva Veðurstovu Føroya, so kemur nakað afturat í dag.
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og kavaælaveður, stundum grov æl. Seinnapartin av landnyrðingi. Í kvøld lítið lot, snarandi líðandi úr eystan niður í sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið.
Miðskeiðis í nátt veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað við ælaveðri við bæði við regni og kava ella vátakava, stundum grov æl.
Fyrrapartin leygardagin snarar hann upp í vestan, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Htin -3 til + 3 stig, í hæddunum niður í -5 stig. Í morgin 0 til + 5 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald