Mentan

Kavari aftur á Stabbanum á Hellisenda

Stoypti stabbin við Borðoyavík tænir nú aftur sínum uppruna endamáli

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

2021-06-16 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Borðoyavík hevur nú í 83 ár staðið ein stoyptur stabbi, fattur í briminum, eitt lítið sindur úti í sjónum.

Stabbin varð stoyptur í 1938. Hann var ætlaður havsvimjarum at kava frá. Ein fjøl kundi stingast ígjøgnum stabban, so hon virkaði sum lopfjøl, vippa. Hesin møguleikin var tó lítið brúktur, tí tað ber faktisk ikki til at kava av stabbanum, tí tað er ov grunt útfyri.

Men nú er bæði lopfjøl og kavari komin upp á stabban aftur. Tað vil siga í form av einum listaverki.

Ætlanin var, at “Kavarin á Hellisenda” skuldi avdúkast í sambandi við Norðoyastevnuna, men stevnan varð sum kunnugt avlýst í ár. Men standmyndin kom upp, og stóð innpakkað teir fyrstu dagarnar.

Nú ber so til at njóta verkið, sum stendur so týðuligt á myndunum her, ið Eyðun Høgnesen hevur tikið.

Tað er manningin handan Føroya Sjómannadag, sum hevur staðið fyri hesum tiltakinum saman við Klaksvíkar kommunu. Hetta er ikki fyrsta standmyndaverkætlan, sum hesir menn hava staðið fyri. Tað vóru eisini teir, ið tóku stig til at reisa kópakonuna á helluni í Mikladali.

Í toyminum hesaferð hava verið Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen. Norðlýsið skrivaði herfyri, at tað er Ólavur Samson, ið eigur hugskotið. Archibald Black, listamaður, hevur sniðgivið skurðmyndina, sum Norðoya Blikksmiðja hevur skorið úr stáli og Kjartan Hansen sveisað saman til listaverk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder