Innanlands

Kavbáturin komin til landið

Kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin USS Delaware vitjar í Føroyum fram til hósdagin

(Mynd: Poul Jóhan Djurhuus)

(Mynd: Poul Jóhan Djurhuus)

2023-06-26 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kom hesin kjarnorskurikni kavbáturin til Føroya.

Lagt varð at bryggju á Oyrareingjum í morgun, og vitjanin varir til hósdagin.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt kjarnorkurikið far kemur í føroyska havn.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið upplýsti herfyri, at farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá ráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum.

– Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Sambært løgregluni er talan um kavbátin USS Delaware.

Hesar myndirnar fekk Portalurin sendandi frá einum lesara í morgun.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder