Kaving hevur seinastu 10 árini ment seg til eina verðuliga vinnu. Alt fleiri velja, at útbúgva seg innan hetta sermerkta arbeiði í Føroyum. Bæði ali- og byggivinnan brúka vinnukavarar at loysa uppgávur av ymiskum slag.
Í alivinnuni eru uppgávurnar serliga regluligar viðlíkahalds- og inspektións- uppgávur. Innan byggivinnuna er talan um konstruktións-arbeiði av ymiskum slag fram við landi.
Tað er ikki ofta at vit sleppa at síggja hvussu arbeiði hjá kavarum gongur fyri seg, men á hesum brotinum sleppa vit við einum vinnukavara til arbeiðis í føroysku alivinnuni.
Kavarin avgreiðir tvey arbeiðskav. Fyrsta er at kanna eina nót har dýpið er 25 metur og seinna kavið er at binda upphálaralínur í eina nót niðri á 15 metra dýpið.
Fyri at arbeiða sum kavari í Føroyum, skal ein hava arbeiðsloyvið frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
- Faroedive
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald