Innanlands

KBH skal umvæla kommunuskrivstovuna

Í hesum umfarinum verður umbygt í gamla skúla á Toftum, har móttøkan og tekniska deild halda til

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-04-21 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggifyritøkuna KBH og Nes kommunu um umbygging og dagføring av kommunuskrivstovuni. Í hesum umfarinum verður umbygt í gamla skúla, har móttøkan og tekniska deild halda til.

Helgi Johannesen, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan, sum hevur við sær, at farið verður undir arbeiðið í mai. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fyrst í november.

Kommunan bað um tilboð upp á byggiarbeiðið frá tveimum fyritøkum. Á býráðsfundi, 23. mars, varð samtykt at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti.

Fyri Nes kommunu er tað Bark v/Dáva Reinert Hansen, sum hevur byggileiðsluna.

Í byggitíðini verða ávísar tillagingar gjørdar í dagliga fyrisitingarliga arbeiðinum inni á kommunuskrivstovuni. Móttøkan fer at hava inngongd, har fundarhølið er, og almennu býráðsfundirnir fara at verða hildnir í nýggja Undirhúsinum, skrivar Nes kommuna.

[object Object]
Helgi Johannesen og Súni í Hjøllum (Mynd: Nes kommuna) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder