2019-02-01 13:32
Samkoman Keldan í Skálafirði ætlar nú at brúka vatn til streymframleiðslu. Samkoman hevur søkt Runavíkar kommunu um loyvi at brúka vatn úr Svínagjógv, Garðará og Øksnagjógv til streymframleiðslu.
Tekniska deildin hjá Runavíkar kommunu sigur sambært KVF, at samkoman kann brúka Garðará og Øksnagjógv, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni.
Orsøkin til at tekniska deild ikki ætlar at geva loyvi til at brúka Svínagjógv er, at Runavíkar kommuna brúkar Svínagjógv til drekkivatn til Skálafjørðin.
Tekniska nevndin í kommununi tekur undir við tilmælinum hjá teknisku deildini, og býráðið samtykti hetta í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald