Uttanlands

Keldur: Ísrael ætlaði at drepa iranska leiðaran

Keldur siga, at tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum forðaði Ísrael í at drepa ayatollah Ali Khamenei

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

2025-06-16 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump forðaði fyri einari ætlan hjá Ísrael um at drepa ovasta leiðaran í Iran, ayatollah Ali Khamenei, siga tvey ónevnd embætisfólk við Reuters.

Teir siga, at ísraelar boðaðu USA frá, at teir høvdu møguleika at drepa ovasta leiðaran í Iran, men hesa ætlan góðtók Trump ikki.

– Hava iranar dripið ein amerikanara? Nei. Inntil teir gera tað, tosa vit yvirhøvur ikki um at fara eftir teirra politiska leiðara, sigur ein av keldunum.

Embætisfólkini vildu ikki siga, um Trump persónliga hevði givið boðini, men Trump hevur javnan samskift við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.

Hvussu Ísrael hevði ætlanir um at drepa iranska leiðaran, verður ikki greitt nærri frá, skrivar Ritzau.

Í samrøðu við amerikanska Fox News sunnudagin noktaði Netanyahu at vátta hesar upplýsingarnar.

– Har eru so nógvar falskar fráboðanir um samrøður, sum ongantíð hava verið. Tað vil eg ikki koma inná, svaraði hann.

– Men eg kann siga, at vit gera tað, vit halda, vit eiga at gera. Og eg haldi, at USA veit, hvat er best fyri USA, leggur hann afturat.

Ísraelski trygdarráðgevin,Tzachi Hanegbi, sigur við ísraelska miðilin Times og Israel, at talan er um falskar upplýsingar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder