
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur spurt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, um hann kann raka russiska høvuðsstaðin Moskva, um USA gevur Ukraina langtberandi vápn.
Tað siga tvær keldur við miðilin Financial Times sambært tíðindastovuni Reuters.
Trump skal hava spurt Zelenskyj um hetta í einari telefonsamrøðu 4. juli, ein dag eftir, at Trump hevði tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin. Um ta samrøðuna segði Trump, at hann var vónbrotin av Putin, sum ikki hevði givið nakrar ábendingar um, at hann ætlaði sær at steðga við at leypa á Ukraina.
Les eisini: Trump tosað við Putin og Zelenskyj
Samstundis umrøddi Trump eisini møguleikan at senda ukrainum amerikanskt framleiddar rakettir.
Reuters sigur seg hava sett seg í samband við Hvítu Húsini, men tað hevur ikki borið til at vátta tíðindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald