2019-07-23 13:06
Kenda útvarpsrøddin hjá Elis Poulsen er tagnað. Hann andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjár.
Millum annað kenna vit Elis frá sendingum sum Lurtararnir og vit, Tit skriva vit spæla og ikki minst "Upp á tá”, sum hvørt fríggjakvøld spælir dansibandstónleik út til føroyingar.
Elis Poulsen hevur seinastu árini drigist við álvarsliga sjúku.
Elis Poulsen varð ættaður úr Skopun og búði á Sandi. Hann var 67 ár nú hann andaðist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald