Innanlands

Kendur danskur tíðindamaður spyr um Trump og Putin eta fisk

Steffen Gram, altjóða tíðindamaður hjá DR, hevur fyrilestur um altjóða politikk á Torradøgunum

Mynd av heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu

Mynd av heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu

2019-02-21 13:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi danski tíðindamaðurin Steffen Gram fer at hava fyrilestur um altjóða politikk á Torradøgunum í Klaksvík. Steffen gram er tíðindamaður hjá DR, og hevur í fleiri ár arbeitt sum korrespondentur í USA og Russlandi.

” Í altjóða samfelagnum reka nýggir politiskir vindar. Einaveldisrák ganga í hergongu ella marsjera í fleiri londum í Europa. Nationalisman stendur alsamt betur í fólkaeygum. Bretar eru í ferð við at snáva út úr Europeiska Samveldinum. Vit standa á eggini til eitt handilskríggj. Gamlir sannleikar og royndar samgongur, eitt nú NATO, eru ikki longur óvikandi høgdar í stein. Tær ridla.”

Soleiðis skrivar Steffen Gram, altjóða tíðindamaður hjá DR, sum í tólv ár hevur verið korrespondentur í USA og fýra ár í Russlandi.

Steffen Gram vitjar á Torradøgunum, har hann hevur ein fyrilestur um altjóðagerð, politisk rák og um møguleikar og avbjóðingar viðvíkjandi handilssambondum við ES, USA og ikki minst Russland, skrivar Klaksvíkar kommuna. Fyrilesturin hjá Steffen Gram verður 23. februar í Spinnarínum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder