Katrin Dahl Jakobsen verður aftur at síggja á atkvøðuseðilinum til løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin boðar í dag frá, at Katrin stillar upp fyri flokkin.
Katrin er fødd í 1951, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon hevur drúgvar royndir sum bæði býráðslimur og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, millum annað sum forkvinna í vinnunevndini og sum partur av formansskapinum í Løgtinginum. Sum forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu hevði hon ábyrgdina av at stovna eldraráðið í kommununi. Katrin er útbúgvin lærari og hevur starvast í Noregi og í Eysturskúlanum í Havn. Harumframt hevur hon verið virkin í barnaverndini og í Reyða Krossi.
Katrin stillaði seinast upp til løgtingsvalið í 2008. í 2010 boðaði hon frá, at hon ikki fór at stilla upp aftur.
- Fyri Katrina er umsorganarøkið sum heild tað týdningarmesta, men eisini umstøðurnar á dagstovnum og fólkaskúlum kring landið. Katrin sigur, at hon í sínum lærarastarvi hevur sæð eitt alsamt vaksandi trýst á bæði lærara og næming, skrivar Javnaðarflokkurin í fráboðanini.
- Vit mugu duga betur at lurta eftir lærarunum til tess at skipa fólkaskúlan soleiðis, at hann kann lyfta felagsskapin, men samstundis møta tørvinum hjá tí einstaka. Sum heild mugu vit fáa betri tíð til menniskju. Gomul sum ung. Summi hava hug at kalla tey eldru fyri eina byrðu og avbjóðing, og so verða tey gjørd upp sum tey beru roknistykki. Tað er ósømiligt, heldur Katrin Dahl Jakobsen, sum tí saman við Javnaðarflokkinum vil virka fyri einum sterkari fólkaskúla, og at eldraøkið sum heild fær hægri raðfesting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald