Innanlands

Kenna ikki til at hekkuportrið var opið

Málið er farið víðari til Sjóvinnustýrið. Kringvarpið hevur víst á nøkur prógv og staðfestir seinnapartin, at frágreiðingin frá Strandferðsluni er stutt

Kringvarpið hevur við millum annað einari mynd víst á, at Galaxy 1. september sigldi við hekkuportinum opnum part av túrinum til Havnar. - Eg havi kannað við mínum fólkum, og eingin kennist við tað, at portrið hevur gloppað undir sigling, sigur umboð fyri Strandferðsluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kringvarpið hevur við millum annað einari mynd víst á, at Galaxy 1. september sigldi við hekkuportinum opnum part av túrinum til Havnar. - Eg havi kannað við mínum fólkum, og eingin kennist við tað, at portrið hevur gloppað undir sigling, sigur umboð fyri Strandferðsluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-18 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin almannakunngjørdi Krigvarp Føroya eina søgu, sum vísti á, at Galaxy sigldi ólógliga á túrinum av Havnini mánakvøldið 1. september.

Ólóliga og ótrygt, tí at hekkuportrið var opið í øllum førum ein part av túrinum. Hetta vísir ein mynd av dekkinum, sum Kringvarpið hevur fingið, og sum er prógvað við sonevndum "metadata"

Men hetta kenna tey hjá Strandferðsluni einki til. Sambært Niels Nielsen, rakstrarleiðara hjá SSL, var portrið aftur, sum tað skuldi, við fráferð. Og eingin fráboðan kom um, at tað fór upp á túrinum - eiheldur vísa vísa vakmyndirnar av brúnni nakað.

Grikski skiparin á Galaxy hevur í fráboðan til Strandferðsluna eisini víst á, at tað eru nakrir alarmar, sum fara frá, um so portrið fer upp.

Niels Nielsen vísir á, at tað verður væl tryggjað áðrenn fráferð, og at um so portrið fer upp, so eigur tað ikki at fara framvið, uttan at nakar hevði varnast tað.

- Eg havi kannað við mínum fólkum, og eingin kennist við tað, at portrið hevur gloppað undir sigling. Eg veit ikki, hvat meira eg kann gera. Framyvir verða myndir tiknar hvørjaferð við fráferð, tá portrið fer aftur.

Hoyr samrøðuna við Niels Nielsen, rakstrarleiðara, her - hon varð gjørd í gjár

Tað er ikki greitt enn, um Sjóvinnustýrið fer at kanna málið nærri.

Umrødda støðan skuldi verið farið fram 1. september. Hetta var sama dag, har hekkuportrið ikki vildi niður, tá Galaxy legði at á Krambatanga - nakrar tímar áðrenn myndin, sambært KVF, er tikin.

Sí eisini: Máttu bíða í trý korter fyri at sleppa í land

Málið hevur skapt størri órógv hjá serliga suðuroyingum, og seinasta samdøgrið hava bæði FC Suðuroy og VB boðað frá, at tey framyvir ikki senda barna- og ungdómslið norðeftir til dystir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder