Innanlands

Máttu bíða í trý korter at sleppa í land

Ein hydraulikkslanga skuldi skiftast áðrenn hekkuportrið fekst niður

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2025-09-01 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk, sum fóru suður við Galaxy í morgun, máttu bíða í minst trý korter eftir at skipið hevði lagt at, til tey sluppu í land.

Bæði bilar og gangandi fara umborð og í land av biladekkinum. Men tá skipið legði at á Krambatanga um middagsleitið, fór lúkan ikki niður.

[object Object]
Vevmyndin hjá Landsverk vísir at fólk eru lorað niður til hekkuportrið fyri at umvæla hydraulikkin

Ein hydraulikksslanga var farin, fingu ferðafólkini boð um.

Tað tók umleið trý korter, áðrenn lúkan felst niður og fólkini sluppu í land.

Skiparin á Galaxy upplýsir, at tað var ein slanga, ið var brostin, og hon mátti skiftast, áðrenn ferðafólkini sluppu í land um hálvgun tvey tíðina í dag.

Galaxy fer, sambært ferðaætlan, av aftur Krambatanga klokkan 14. 

(Myndir: Birgir Waag Høgnesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder