Mentan

Hugsa teg um áðrenn tú keypir bíligar leikur á netinum

Stóru nethandlarnir sum Amazon, Wish og eBay selja vørur úr Kina, sum innihalda ov nógv kemisk evni ella evni, sum eru bannað í ES

Fortnite-leikur frá Amazon (Mynd: DR)

Fortnite-leikur frá Amazon (Mynd: DR)

2019-11-23 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú jólini nærkast, og fólk so smátt eru byrjað at keypa tær fyrstu jólagávurnar, ávarar DR ímóti at keypa bíligar leikur frá stórum altjóða nethandlum.

Talan er serliga um Amazon, Wish og eBay, har nógvar av vørunum koma beinleiðis úr Kina, har krøvini ikki eru so strong sum í Evropa. Nógvar bíligar leikur, sum eru framleiddar í Kina innihalda ov nógv kemisk evni ella evni, sum eru bannað í ES, og kunnu hesar vørur tí vera vandamiklar fyri børn.

Hóast danski umhvørvismyndugleikin (Miljøstyrelsen) áður hevur fingið nethandlarnar at lova, at tey fara at steðga søluni av vandamiklum leikum, eru meginparturin av hesum vørum tó framvegis til sølu á heimasíðunum.

Millum leikurnar, sum innihalda ov nógv kemisk evni eru figurar av Disney-prinsessum, sum fáast á Wish og slím, sum fæst á eBay og Amazon.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder