Innanlands

Keypa bát frá svensku sjóbjargingartænastuni til Føroya

Rescue Lív verður skiftur út við størri bjargingarbát

2019-01-18 06:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnar Bjargingarfelagið skrivaði í gjárkvøldið undir sáttmála við svensku sjóbjargingartænastuna um at keypa bátin Sparbanken Tanum.

Tað veit heimasíðan jn.fo.

Báturin er bygdur í 1995, og er í góðum standi, og ætlanin er næstu tvey árini at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát.

Nýggi báturin gongur ikki fult so skjótt sum Rescue Lív, men tá báturin er dagførdur við millum annað nýggjum motorum, fer mesta ferðin at verða á leið 32 fjórðingar um tíman, og er tað lítið minni, enn Rescue Lív siglir í dag.

Resvue Lív hevur verið partur av føroysku tilbúgvingini í 11 ár, og tað fer hann at vera til Tanum er liðugt umvældur. Tá tað er ætlanin at selja Lív av landinum.

Hóast Rescue Lív hevur roynst sera væl og verið ein týðandi og tryggur partur av føroysku tilbúgvingini, so verður tað eitt stórt framstig at fáa hendan bátin til Føroyar, tí tað eru so nógvir fyrimunir við hesum bátinum og tí umstøðurnar umborð eru so nógv betri, sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue Lív.

Báturin verður keyptur nú, men verður liggjandi í Hunnebostrand í Svøríki til mai mánað, tá manning av Rescue Lív fer til Svørikis eftir honum og siglir hann heim til Føroyar.

Sí eisini: Myndir: Rescue Lív skal av landinum til umvæling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder