Uttanlands

Keypmannahavn: Kvinna skotin til deyðis

Ein maður er handtikin í málinum, sigur løgreglan í danska høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-16 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin varð ein kvinna skotin til deyðis á gøtuni í Brønshøj í Keypmannahavn.

Danska løgreglan fekk boðini um hendingina stutt eftir middag føroyska tíð.

Kvinnan, sum var 47 ár, doyði á staðnum, og ein persónur er handtikin í málinum, sigur løgreglan sambært Ritzau.

Handtikni persónurin er ein maður, men meira verður ikki upplýst um hann.

Enn er ov tíðliga at siga, um leitað verður eftir fleiri brotsfólkum í málinum. Motivið handan drápið er ógreitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder