2024-08-14 09:32

Ein 25 ára gamal sivi er í Danmark skuldsettur fyri at hava tikið ímóti teimum hondgranatum, og fyri at ætla at spreingja tær eitt stað í Keypmannahavn.
Tað kom fram í grundlógaravhoyri í rættinum á Frederiksberg í morgun, skrivar Danmarks Radio.
Maðurin varð handtikin í gjárkvøldið í Tingbjerg í Keypmannahavn, og hann hevði tvær hondgranatir uppi á sær.
Eftir at skuldsetingin varð lisin upp fyri uppmøttu pressunu, blivu dyrnar stongdar orsakað av kanningarbeiðinum í málinum.
Málið er eitt av fleiri, har sviar eru blandaðir uppí brotsverk í Danmark, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald