Innanlands

Keypti møblar fyri fjórðingsmillión frá manninum - tryggingartakararnir rinda

Stjóraskrivstovan og ein onnur skrivstova trongdu til nýggjar møblar

Ingunn Eiriksdóttir (Savnsmynd: Betri)

Ingunn Eiriksdóttir (Savnsmynd: Betri)

2019-06-18 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, hevur keypt møblar til sína stjóraskrivstovu og eina aðra skrivstovu frá manni sínum. Tað veit Kringvarpið í kvøld.

Rokningin var áljóðandi 265.000 krónur og tað eru tryggingatakararnir, sum rinda.

Ingunn Eiriksdóttir vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið um hví hon valdi at keypa møblar til sína skrivstovu frá manni sínum.

Keypið hevur fingið grannskoðararnir at skriva soleiðis í ársroknskapinum fyri 2018.

- Leiðsla felagsins hevur í árinum keypt vørur og tænastur frá nærstandandi pørtum á samlað 265 tkr. Hesar vørur og tænastur eru keyptar á marknaðartreytum.

Lars Bonde, nevndarformaður í Betri Trygging, irriterast um málið, men sigur við Kringvarpið, at Ingunn Eiriksdóttir ikki hevur brotið nakrar reglur.

- Vit hava ikki havt nakran regul um, at tað má man ikki, so Ingunn hevur ikki gjørt nakað skeivt. Vit hava eftirfylgjandi viðtikið, at keypur man frá nærstandandi partum, so spyr man áðrenn, sigur hann.

Hoyr alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder