2021-08-23 16:47

Nú byrjar skótaárið aftur, og leygardagin 28. august hava øll møguleika at royna at vera skóti í ein dag.
Hetta tiltak er runt um í landinum hjá KFUM-skótabólkunum, og gevur hetta øllum, sum hava áhuga at royna skótalívið, at koma til ein dag, skriva KFUM-skótarnir í tíðindaskrivi.
Í dag eru 450 KFUM-skótar í Føroyum. KFUM-skótarnir í Føroyum hava ein skótadepil á Selatrað, og hava teir nógv virksemi runt um í landinum hvørja viku. Eisini er stórt skeið/leguvirksemi er alt árið.
Leygardagin klokkan 10 bjóða skótarnir øllum at vera skóti í ein dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald