2025-06-07 14:12
            
        
         
                
            Í nátt var boðað frá umfatandi russiskum loftálopi á Kharkiv, sum er næststørsti býur í Ukraina.
Sambært Ihor Terekhov, borgarstjóri í býnum, hava trý fólk latið lív, og 22 eru særd.
Hetta er størsta álopið á Kharkiv, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar 2022, skrivar borgarstjórin á Telegram.
Ukrainski herurin sigur, sambært Reuters, at Russland hevur sent níggju rakettir og 206 dronur yvir Ukraina í nátt. Ukrainska loftverjan hevur skotið 87 av dronunum niður. Upplýst verður, at tíggju øki vóru rakt í álopinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/07/gallery-thumbnail/1749301530wrkl2sxdnd.webp)
(Mynd: EPA)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald