Mentan

Kim Larsen aftur á pallin eftir sjúkralegu

Fólkakæri danskarin mátti avlýsa konsertir, tá hann fekk staðfest prostatakrabba

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2018-06-29 13:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kim Larsen er nú aftur at síggja á pallum kring Danmark. Danski tónleikarin mátti avlýsa fleiri konsert í jólum eftir at hann fekk staðfest krabbamein í prostata.

Nú er Kim Larsen frískur aftur og fer hann á 28 summarkonsertir, og hóskvøldið spældi Kim Larsen saman við bólki sínum Kim Larsen & Kjukken fyrstu konsertina í Nyborg.

Konsertin var hin fyrsta í meiri enn 300 dagar hjá bólkinum. Bólkurin skuldi spæla 24 konsertir í januar og februar, men hin 19. desember varð 72 ára gamli Kim Larsen innlagdur á sjúkrahúsið í Odense. Í fyrstu varð hildið, at talan var um trupulleikar við einum nýggjum slagi av heilivági, sum sangarin tók, men hetta endaði við at hann fekk staðfest prostatakrabba, skrivar TV2.

Nú er Kim Larsen frískur og hevur sett hol á sína konsertferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder