Mentan

Kim Larsen avlýsir konsertir í Norra

Krabbameinsrakti sangarin er ov avmaktaður til at gjøgnumføra konsertirnar í løtuni

Kim Larsen vitjaði seinast Føroyar á Summarfestivalinum 2013 (Mynd: Norðlýsið)

Kim Larsen vitjaði seinast Føroyar á Summarfestivalinum 2013 (Mynd: Norðlýsið)

2018-07-24 09:58 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í januar fortaldi Kim Larsen, at hann hevði fingið staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum, í prostata.

Kim Larsen skrivaði sjálvur soleiðis á Facebookvanga sínum tá:

- Eg umberi mangar ferðir bæði áhoyrarum og fyrireikarum. Eg eri vorðin ein gamal býttlingur, og nógv ímóti mínum vilja, má eg ásanna, at mær tørvar tíð fyri at koma fyri meg aftur. Men eg rokni við at vera til reiðar aftur í summar, skrivaði danska tjóðarskaldið.

Beint fyri jól varð Kim Larsen lagdur inn á Odense Universitetshospital. 72 ára gamli sangarin hevði trupulleikar í sambandi við, at hann var farin at taka ein nýggjan heilivág, upplýsti fyrireikarin Jørn Jeppesen tá.

Nú upplýsir Jørn Jeppesen, at Kim Larsen aftur er noyddur at avlýsa konsertir, aftaná at hava spælt nakrar í summar. 

- Tann umfatandi skráin, sum sjey konsertir uppá 10 dagar í Norra krevja, er í løtuni ov mikið fyri Kim Larsen at gjøgnumføra.

Jørn Jeppesen leggur tó afturat, at Kim Larsen og Kjukken fara at spæla tær ætlaðu 9 konsertirnar í Danmark í august mánað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder