Innanlands

Kim og Trump av fundi uttan avtalu

Einki spurdist burtur úr toppfundinum í Hanoi í dag

Donald Trump og Mike Pompeo (Mynd: EPA)

Donald Trump og Mike Pompeo (Mynd: EPA)

2019-02-28 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin avtala spurdist burtur úr toppfundinum í Hanoi í dag millum Donald Trump og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

Amerikanski forsetin segði eftir at fundurin varð slitin, at hann vísti aftur norðurkoreansku krøvini um at sleppa stongsulstiltøkunum móti landinum. Samstundis vísir hann á, at hann er fegin um, at norðurkoreanski leiðarin hevur givið lyfti um, ikki at fara undir fleiri kjarnorkuroyndarspreingingar.

- Kim segði, at hann ikki fer at royna rakettir ella annað í tilknýti til kjarnorkuætlanirnar, sigur Trump sambært AP-tíðindastovuni.

- Huglagið á fundinum var gott. Tað var ikki talan um, at samráðingarnar blivu slitnaðar í ónøgd ella vreiði, segði Trump, sum ikki hevði nakað boð um, nær ein nýggjur fundur teirra millum kann væntast.

Forsetin vísir á, at tað var amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sum mælti frá at skriva undir nakra avtalu, tí tað hevur størri týdning at tingini verða gjørd røtt enn skjótt.

Pompeo sigur fyri miðlunum, at USA hevði vóna, at norðurkoreanski leiðarin fór at at geva meira eftir fyri sínum krøvum.

Sostatt fóru leiðararnir báðir av fundinum uttan nakað undirskrivingarhald og heldur ikki nakran felags tíðindafund. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder