
Risastóra amerikanska Disney-samtakið boðaði í gjár frá, at ‘Jimmy Kimmel Live’ kemur aftur á amerikansku sjónvarpsskíggjarnar í dag. Í síðstu viku var amerikanski sjónvarpsverturin annars tikið av skránni.
Satiriska sending hansara varð tikin av skránni eftir hóttanir frá formanninum fyri nevndini, ið umsitir sjónvarpssendiloyvi, Federal Communications Commission, FCC, orsaka av viðmerkingum, sum Kimmel hevði ført fram um drápið á Charlie Kirk.
Disney sigur nú, at tey, eftir samrøður við sjónvarpsvertin hjá ABC sjónvarpsstøðini sjálvan, hava tikið avgerð um at seta sendingina á skrá aftur. Disney samtakið eigur ABC sjónvarpsstøðina.
Disney sigur, at orsøkin til at sendingin varð tikin av skrá var fyri at ‘sleppa undan at gera eina spenta støðu uppaftur spentari í eini kenslubornari tíð fyri land okkara’.
Fyrr í gjár segði formaðuri fyri FCC, Brendan Carr, annars, at Kimmel ikki varð tikin av skýggjanum vegna trýst frá amerikanskum myndugleikum.
- Jimmy Kikkel stendur í núverandi støðu orsaka av hyggjaratølum hansara – ikki orsaka av nøkrum, sum hevur samband við amerikansku stjórnina, segði hann við Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald